top of page

Undir Kongavarða

Øll eru vælkomin at skriva seg upp til eina íbúð undir leinkjuni "Leiguprísur & umsókn".

Undir Kongavarða

Talan er um 48 íbúðir í ymiskum støddum. Íbuðirnar liggja væl fyri í vøkrum og friðarligum umhvørvi á Argjum.

Í nærumhvørvinum er: Skúlin á Argjahamri, barnaansing, spælipláss og gott bussamband.

 

Íbúðirnar

Íbúðirnar eru gjørdar eftir nýggjastu byggjureglugerðini.

Allar íbúðirnar hava egna inngongd, altan og hjall. Eisini hava allar íbúðirnar ventilatiónsskipan, sum tryggjar góða inniluft, gólvhita og 3-lags lágorkuvindeygu. Íbúðirnar hava gott dagsljós og ljóðviðurskifti umframt brunaalarm, sum er knýttur at elveitingini og battarí. Í øllum íbúðum er eldsløkkjari og brunateppi.

Køkur og stova: Allar íbúðirnar hava Vordingborg køk við komfýri við kókiplátum, køliskapi v/frystiboks og uppvaskimaskinu. Flestu øll kømur hava skáp frá gólvi til loft. Øll baðirúm hava pláss til vaski- og turkimaskinu. Allar íbúðirnar hava egnan hjall við fluguneti. Allar íbúðirnar hava rúmliga og nýtiliga altan við flísum og glastrekkjuverki.

Leigarin skal tekna egið hald hjá Fjarhitafelagnum, SEV og televeitara.

 

Uttanumøkið

Allar íbúðirnar hava egið parkeringspláss, umframt hetta eru nøkur parkeringspláss til gestir. Harumframt eru parkeringspláss gjørd til rørslutarnað. Súklustativ eru eisini á økinum.

Burturkast: Á økinum uttanfyri eru serskild pláss til ruskbingjur til húsarhaldsburturkast.

Aftanfyri bygningin er stór timburterassa, sum er ætlað til felags nýtslu.

bottom of page