top of page

Oyggjarvegur  

Nýggja íbúðarverkætlanin á Oyggjarvegnum sum var liðug 1. mai 2023. Til ber at skriva seg upp til eina íbúð undir leinkjuni "Leiguprísur og umsókn". Niðanfyri eru vegleiðandi myndir. 

Fyrstu Svanamerktu íbúðirnar í Føroyum

Á Oyggjarvegnum, við góðum útsýni yvir Havnina, eru tveir stórir bygningar við 48 íbúðum. Bygningarnir hava tilsamans 48 svanamerktar íbúðir, sum eru úr 62 fermetrum upp í umleið 124 fermetrum til støddar brutto - umframt 3 fermetrar goymslurúm. Nýggja heimið lýkur strangastu umhvørviskrøv við tað at tað er Svanamerkt.

 

Svanamerkið er almenna umhvørvisgóðkenningin í Norðurlondum, og krøvini eru tí serstakliga høg.

Strong krøv eru sett til lidna bygning, bæði hvat ið viðvíkur dagslýsi, ventilatión og hvussu bygningurin er tryggjaður móti fukti. Bæði byggitilfarið, spartl, máling, lím, lakk og oljur eru neyvt valdar. Tað sama er galdandi fyri rør, el-leiðingar, gólv og veggir, vindeygu, ventilatión og møblar í køki og baðirúmi. Stutt sagt skal alt tilfar - niður í minstu skrúvu - lúka norðurlendsku umhvørviskrøvini.

 

Fakta um Svanamerkta bygging

- Lága orkunýtslu, gott inniklima og fokus á burðardygd. Frá tilfari - til bygging - til endurnýtslu av tilfarinum langt frammi í tíðini.

- Alt tilfarið, sum er nýtt, lýkur høg krøv um umhvørvis- og heilsuskaðilig evni

- Allur viður er merktur við svanamerkinum, tí hann er úr burðardyggum skógum og er lógliga feldur.

- Uttanveltað kanning av byggitilgongdini og lidna bygninginum tryggjar, at øll krøv og allar mannagongdir eru fylgdar. 

- Í einum heimi, har burðardygd er eitt modernað heiti, kann svanamerkið tryggja, at tað veruliga er satt, tí krøvini eru so strong.

- Íbúðirnar halda øll krøv, sum Miljømærking Danmark setur, fyri at kunna fáa viðurkenda svanamerkið.

 

 

Íbúðirnar

Íbúðirnar eru gjørdar eftir nýggjastu byggjureglugerðini.

Allar íbúðirnar hava egna inngongd, altan og hjall. Eisini hava allar íbúðirnar ventilatiónsskipan, sum tryggjar góða inniluft, gólvhita og 3-lags rationel lágorkuvindeygu og ecophon akustikloft. Led spottar eru í stovu, køki, gongd og wc. Íbúðirnar hava gott dagsljós og ljóðviðurskifti umframt brunaalarm, sum er knýttur at elveitingini og battarí. Í øllum íbúðum er eldsløkkjari og brunateppi.

Køkur og stova: Allar íbúðirnar hava HTH køk við Siemens komfýri við kókiplátum, køliskapi v/frystiboks og uppvaskimaskinu. Øll kømur hava HTH dragiskáp frá gólvi til loft. Øll baðirúm hava pláss til vaski- og turkimaskinu umframt turkistativ. Allar íbúðirnar hava egnan thermowood hjall við fluguneti. Allar íbúðirnar hava rúmliga og nýtiliga altan við flísum og tónaðum glasrekkjuverki.

Elevator er í báðum bygningunum.

Orkukeldan er ”boligventilationsvarmepumpe” frá Vølund sum er góðkend við grønum málara. T.v.s. at orkunýtslan verður sera lág.

Bygningurin hevur 8 rørsluvinarligar íbúðir.

Leigarin skal tekna egið hald hjá SEV og televeitara.

 

Uttanumøkið

Allar íbúðirnar hava egið parkeringspláss, umframt hetta eru nøkur parkeringspláss til gestir. Harumframt eru parkeringspláss gjørd til rørslutarnað. Súklustativ eru eisini á økinum.

Burturkast: Á økinum uttanfyri eru serskild pláss til ruskbingjur til húsarhaldsburturkast.

Aftanfyri bygningin eru timburskúrar sum eru 3 fermetrar í stødd, sum eru ætlaðir til leigar.

bottom of page