Íbúðirnar eru nýmótans og hava allar neyðugar hentleikar, sum leigarar hava tørv á. Umframt góðu umstøðurnar í hvørji einstøku íbúð, er eisini felagsøki og felagshús, sum kunnu nýtast til ymisk endamál.
Talan er um 80 smærri íbúðir,
Marknagilsvegur
Øll eru vælkomin at skriva seg upp til eina íbúð undir leinkjuni "Leiguprísur & umsókn".
Marknagil
Talan er um 80 smærri íbúðir. Har er talan um tríggjar ymiskar støddir. Íbuðirnar liggja væl fyri.
Í nærumhvørvinum er: Glasir, Skúlin á Fløtum, Musikskúlin, spælipláss og gott bussamband.
Íbúðirnar
Allar íbúðirnar hava egna inngongd. Eisini hava allar íbúðirnar luftskiftisskipan umframt brunaalarm umframt eldsløkkjara og brunateppi.
Køkur og stova: Allar íbúðirnar hava køk við komfýri við kókiplátum og køliskapi v/frystiboks. Flestu øll kømur hava skáp frá gólvi til loft. Allar íbúðirnar hava rúmliga og nýtiligan svala við glastrekkjuverki.
Uttanumøkið
Uttanfyri eru nok av parkeringsplássum, umframt hetta eru nøkur parkeringspláss til gestir. Harumframt eru parkeringspláss gjørd til rørslutarnað. Súklustativ eru eisini á økinum.
Burturkast: Á økinum uttanfyri eru serskild pláss til ruskbingjur til húsarhaldsburturkast.
Frammanfyri bygningin er vaskarí- og veitsluhølli, sum er ætlað til felags nýtslu.