top of page

SØK UM ÍBÚÐ

Tá tú skrivar teg upp á ein lista hjá MARK, er tað fyri at vísa áhuga fyri at leiga eina íbúð á einum ávísum staði.

Tú vísir altso áhuga fyri at leiga. Tá ein íbúð verður tøk, velur útleigari millum tey áhugaðu, hvør skal fáa leigumálið. Tað er sostatt eingin, sum hevur framíhjárætt til eina íbúð. Og ein kann heldur ikki vinna sær framíhjástøðu á einum lista hjá MARK. Sostatt er ikki talan um ein vanligan bíðilista.

Tí verður mælt til at skriva eina umsókn, tá ein skrivar seg á listan.

Tað er einki krav til umsóknina, men vit ynskja bert at fáa eitt innlit í, hvørjir leigararnir eru; t.d. nær tørvur er á íbúð, í parlagi, stakur, børn, serlig krøv, starv, hvussu leingi ein væntar at leiga, áhugamál osfr.

MARK hevur fýra listar yvir íbúðir (sí omanfyri kassar).

Tá tú teknar teg upp til eina leiguíbúð, fært tú boð umvegis teldupost hvørjaferð ein íbúð verður tøk. Tað er felagið Waitly sum umsitur listan. Waitly krevur eitt umsitingargjald á 350 kr/ár/lista fyri teirra arbeiði.

Tá tú skrivar teg upp á ein lista hjá MARK viðgera vit tínar persónsupplýsingar soleiðis, linkja til privatlívspolitik.

 

GG: Tíverri er umsóknarskipanin nú bert í einari danskari útgávu. Um tað er okkurt ivamál, eru tygum sjálvsagt eisini vælkomin at ringja til okkum á 290080.

Marknagili

  • 1 persónur í minnu íbúðnum (4.166 kr./mðr.) á Marknagili. 

  • 1 persónur í størru íbúðunum (5.210 kr./mðr.) á Marknagili. 

  • 1 persónur í størstu íbúðunum (6.462 kr./mðr.) á Marknagili.

GG: í Marknagili er prísurin omanfyri við hita, el og internet.

Um tveir persónar búgva í størru ella størstu íbúðnum, kemur eitt gjald á 495 kr/mðr. afturat.

 

Oyggjarvegur

  • 62 m2 íbúð. 1 kamar. (prísur 8.900 kr/mðr.)

  • 98 m2 íbúð. 2 kømur. Rørsluvinarlig (prísur frá 12.000 - 13.300 kr/mðr.)

  • 119 m2 íbúð. 2 kømur. (prísur frá 13.400 - 14.400 kr./mðr.)

  • 124 m2 íbúð. 3 kømar. (prísur frá 14.500 - 14.900 kr/mðr.)

GG: Oyggjarvegur, leigarin rindar sjálvur fyri el, hita og internet.

Kongavarða

  • 52A m2 íbúð. Væl egnað til pensjónistar, pør og einstaklingar (6.943 kr./mðr.)

  • 70A m2 íbúð. Væl egnað til pensjónistar og lítlar familjur (8.450 kr./mðr.)

  • 70B m2 íbúð. Væl egnað til pensjónistar og lítlar familjur (8.019 kr./mðr.)

  • 70HC m2 íbúð. Væl egnað til pensjónistar, rørslutarna v.m. (8.019 kr./mðr.)

  • 104 m2 íbúð. Væl egnað til miðal familjur (10.280 kr./mðr.)

GG: undir Kongavarða: Leigarin rindar sjálvur fyri el, hita og internet.

Skálavík

  • 144 m2 íbúð við bilskýli, depot v.m. 3 kømur. Væl egnað til miðal familjur (9.600 kr./mðr.)

 

GG: Skálavík, leigarin rindar sjálvur fyri el, hita og internet. 

Depositum verður goldið á deponeringskonti sambært leigulóginini. Depositum er 3 ferðir leiguna. Depositum verður rinda inn á deponeringskontu í peningastovni, fyri at tryggja, at hvørki leigari ella útleigari hava ræðisrættin yvir peninginum, so leingi leiguavtalan er galdandi. Avtalan um deponeringskontu er millum leigara, útleigara og peningastovnin.

bottom of page